Skype á PSP |
30/01/2008 klokkan 14:07 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
![]() Nú ber til at tosa gjøgnum Skype á tínum PSP! Sony hava útgivið version 3.90 uppdateringina, sum hevur hesa funktiónina. Hetta ljóðar spennandi, men har eru ringar nýggheitir fyri nógv av okkum. Skype riggar bara á tí nýggja PSPinum, PSP Slim. Hetta er tí funktiónin hevur brúk fyri tí eyka RAMinum sum er í PSP Slim. Ein PSP "lock-on" mikrofon kemur skjótt út, so mann kann tosa. Inntil tá ber til at brúka mikrofonina sum fylgdi við SOCOM. Sum vanligt, tú kanst downloada uppdateringina gjøgnum Network Update á tínum PSP, ella her. |
Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |