Víkingar ráða í Assassin's Creed Valhalla


Komandi Assassin's Creed spælið er avdúkað, og tað eitur Valhalla.

Fjepparar hava í nógv ár umbiðið eitt innslag í røðini við víkingum sum tema, og nú kemur tað endiliga. Tú fært leiklutin sum Eivor, ein norskur víkingur á herferð til Onglands.

Spælið kemur millum annað at snúgva seg um tína egnu bygd. Tað er har frá tú byrjar ævintýr og ofta endar tey, og tú kemur at síggja avleiðingar av tínum avrikum og avgerðum við hús.

Tað er upp til tín sjálvs um Eivor er eitt mannfólk ella konufólk, og tú hevur ávirkan á útsjónd via skegg og tatoveringar (nokk mest tað seinna um Eivor er eitt konufók).

Assassin's Creed kemur út móti jólum 2020. Tú sært avdúkingar trailer fyri spælið niðanfyri.

30/04/2020 klokkan 06:00 - HForce

The Last of Us Part 2 fingið útgávudato


The Last of Us Part 2 hevur verið nógv í tíðindunum í seinastuni, grundað leaks av gameplay og spoilers.

Spæl framleiðarin, Naughty Dog, harmast um hesar leaks:

We’re disappointed that anyone would release unauthorized pre-launch footage of The Last of Us Part 2, disrupt years of Naughty Dog’s hard work and ruin the experience for fans worldwide.
We want everyone to have the opportunity to play The Last of Us Part 2 at the same time and ask that viewing or sharing of the unauthorized footage be avoided.


Men stutt aftaná kom ein stutt viðmerking frá Sony, tó hetta var ikki um leaks. Heldur kom ein útgávudato til The Last of Us Part 2: 19. Juni, 2020

Eisini bleiv nevnt at Ghost of Tsushima kemur út ein lítlan mánaða aftaná, tann 17. Juli.

Sjálvur gleði eg meg sum eitt lítið barn til The Last of Us Part 2.
Er her nakar sum fer at gera sum eg og royna tað fyrsta umaftur áðrenn 19. Juni?
28/04/2020 klokkan 04:21 - Vagnur

Nú er finala í TT Gaming LoL kappingini


Aftaná nógvar rundur verður nú finala í TT Gaming kappingini í League of Legends. Liðini í finaluni blivu:

Tik Tok Tacticians vs Gotta Písk Them All


Finalan verður varpað á Twitch við kommentarum á Twitch kanalini hjá zZStalwart.

Vinnarin fær 4.000,- kontant og gávukort áljóðandi 3.000,- frá TelduTænastuni.
Taparin fær tó eisini ein respektablan vinning á 2.000,- kontant og gávukort áljóðandi 2.000,- frá TelduTænastuni.
26/04/2020 klokkan 06:00 - HForce

TT Online Kapping - Dystast um seinna finaluplássið


Kl 15 í dag verður semifinalan í Niðaru Deild hjá TT Online Kappingini: Pray 4 Magzini vs Gotta Písk Them All! Vinnandi liðið kemur so víðari at spæla ímóti Xaroe klokkan 20:00 um eitt pláss í endaligu finaluni.

Arnar og Petur koma at varpa fyrra dystin, og seinni um kvøldið kemur Sámal at varpa finaluna í Niðaru Deild!

Tit kunnu fylgja við á: https://www.twitch.tv/zzstalwart

Skráin er:
15:00 - Pray 4 Magzini vs Gotta Písk Them All
20:00 - Xaroe vs Vinnandi Liðinum

25/04/2020 klokkan 13:40 - Arnarchy

Fyrsta umfar í LoL kapping hjá TT Gaming


Í kvøld verður fyrsta umfar spælt í League of Legends kappingini hjá TT Gaming.

Umfarið hjá bólki A verður livestreamað, og her sært tú skránna:

19:30 - Stalwart og Crixalix innleiða við at diskutera bólk A.
20:00 - Last Min vs. Spynk
21:00 - TT Gaming vs Xaroe

Tú finnur livestream á twitch.tv/zZStalwart.
03/04/2020 klokkan 17:00 - HForce

Fótbóltur møtir JRPG í Captain Tsubasa


Persónliga eri eg ikki stórur fjeppari av fótbóltsspølum. Tey virka repetitiv og ókreativ (sjálvt um eg eri sikkur uppá at onnur halda tað sama um spøl mær dámar).

Men Captain Tsubasa er nakað fyri seg. Gamla spælrøðin er gott nokk eitt fótbóltsspæl, men tað er kombinerað við eina sunna dosu av JRPG.

Tú stýrir einum liði við spælarum, og spælarar hava stats og serligar eginleikar sum tú brúkar í álopi og verju. Uppá nógvar mátar minnir Captain Tsubasa um Blitzball úr FFX.

Eitt nýtt Captain Tsubasa spæl er á veg, og tað eitur Rise of New Champions. Tað kemur út seinni í ár á PlayStation 4, Nintendo Switch og Steam. Tú sært avdúkingartrailer niðanfyri.

23/01/2020 klokkan 06:00 - HForce

Nýggja hetjan í Overwatch er ein svakur vísindamaður


Hetjan nummar 31 sum kemur til spælið Overwatch er avdúkað. Hann eitur Sigma, og hevur møguliga tað myrkastu baksøguna higartil.

Sigma var ein genialur vísindamaður sum granskaði í tyngdarkraft. Eitt miseydnað eksperiment gjørdi hann nærum svakan og sær út til at hava givið honum serlig evnir at stýra tyngdarkraftini.

Vit mangla enn at hoyra um hvat tú kanst gera sum Sigma í spælinum, men tú sært avdúkingina og baksøguna niðanfyri.

23/07/2019 klokkan 06:00 - HForce

Teaser fyri The Witcher røð á Netflix


Einaferð var ein bókarøð hjá polska høvundanum Andrzej Sapkowski. Tað var ikki ordiliga nakar sum legði nakað í tær.

Men so kom ein video spæl mennari, CD Projekt Red, og gjørdi spøl burturúr teimum. Og øll elskaðu tey.

Talan er um The Witcher, við karakterinum Geralt of Rivia sum høvuðspersón. Og nú verður hetta universið, og anti-hetjan, gjørt til eina Netflix røð.

Vit vita ikki nógv um hana enn, men í einum teaser síggja vit nógv sum vit kenna aftur. Sjálvandi við Geralti fremst, men eisini við karakterum sum Yennefer og ríkjum sum Nilfgaard.

Tú sært teaser fyri The Witcher røðini niðanfyri.

21/07/2019 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 [2] 3 4 5 6 ... 227 228 229 >