Call of Duty 4 - ringt og gott



Call of Duty 4 "Singeplayer"

Eg fari at skriva eitt sindur um Call of Duty 4, nú eg havi sitið í 6 - 7 tímar og spælt. Legg merki til, at eg havi onga royndir og havi heldur ikki klárað spælið, til at geva eina heilt seriøsa og professionala meining, men her hava tit so tað.

more... +-

Tað góda:

CoD4 er eitt heilt óvanliga flott spæl, tað er so sikkurt - og tað koyrir eisini flótandi, í mun til, hvussu tað sær út grafiskt. Eg má eisini siga, at eg eri heilt yvirraskaður hvussu góð søgan og dialogurin er; teir hava heilt sikkurt gjørt nógv burtur úr.

Má so siga, at A.I. ikki heilt livir upp til tað væntaða, men tað er heldur ikki keðiligt. Eg eri heilt sikkurt nøgdur, tá tað kemur til stykkis. Einki er, sum at skjóta fleiri headshots ræð eftir ræð.

Hvørjaferð tú klárar eina uppgávu í spælinum, so vísur tað eitt videoklipp frá fylgisveininum og zoomar heilt niður á jørðina. Eg bleiv ótrúligani glaður at síggja hetta - havi ofta hugsa um akkurát hetta.


Tað ringa:

Higartil kann eg ikki siga nógv keðiligt um spælið. Gleði meg sera nógv at sleppa at royna 'multiplayer', men um eg verði noyddur at nevna okkurt keðiligt við CoD4, so má eg nokk siga, at tad hevði verið framúr, um A.I. var eitt sindur gløggari, men ein kann sikkurt altíd velja eitt torførari torleikastig, ella líknandi.

Nú havi eg so skriva eina orduligani óprofessionala meining um CoD4, so kann onkur annar møguliga geva eina djúpari og breiðari meining í einari viðmerking niðanfyri.


Vil heilt sikkurt mæla fólki til at keypa og royna hetta spælið!


CoD4 fær 8.7 út av 10 stjørnum!



21/01/2008 klokkan 14:46 - DemonHunter

Vælkomin
Ja, nú hava tit bíða leingi. Nógv sum eg havi tosað við hava sagt at okkurt sum Gaming.fo virkuliga manglar her í Føroyum, og eg eri púra samdur.
Aftaná nógv hart arbeiði, kunnu vit endiliga fara live við hesum. Vit vænta at hendan heimasíðan verður populær.
Vit ætla at bjóða tíðindir, greinar, kjak, sovæl sum at skipa fyri tiltøkum og kappingum.
Finnið meir útav hvat Gaming.fo faktiskt er, við at lesa greinina "Hvat er Gaming.fo?".

Við gleða okkum til at síggja tykkum øll her!

03/01/2008 klokkan 04:54 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 222 223 224 225 226 [227]