Óhugnalig setting í Little Nightmares


Tá ið tú fyrst hyggur at komandi spælinum Little Nightmares sær tað nokk so óskyldugt út. Tað minnir nemliga um hugnalig spøl sum Little Big Planet, har tín lítli protagonistur navigerar ein størri heim.

Men hygg nærri, og heimurin verður til eitt óhugnaligt stað. Spælið hevur eisini sloganið “spæl við ræðslurnar úr tínum barndómi”, so ætlanin er nokk at skapa ræðslu við ókendum vandum.

Little Nightmares kemur eftir ætlan út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One næsta ár. Tú sært nýggja gameplay trailer niðanfyri.

25/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Gameplay úr Dishonored 2


Tað er longu eitt ár síðani, at Dishonored 2 varð víst fram, og útgávudagurin byrjar eisini at nærkast.

Í hesum uppfylgjara til Dishonored síggja vit prinsessuna sum tú ansaði eftir í fyrsta spælinum taka ein leiðandi leiklut. Hon eitur Emily, og tú kemur at stýri henni á leiðini til hevnd.

Spælið sær út til at hava tey somu elementini frá fyrsta spælinum, men sjálvandi við broytingum og betringum. Eitt nú kanst tú berjast uttan at noyðast at drepa tínar mótstandarar. Í fyrsta spælinum valdu nógvir spælarar at koma allan vegin ígjøgnum uttan at taka eitt einasta lív, og nú kanst tú enn gera tað og samstundis royna teg í bardaga.

Dishonored 2 kemur út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One tann 11. november. Tú sært ein gameplay trailer niðanfyri.

24/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Uppliva heimin sum ymisk djór í Lost Ember


Eitt nýtt spæl er víst fram, sum hevur ein nakað róligari stemning enn nógv onnur spøl vit kenna. Tað er Lost Ember, har tú ert okkurt slag av sál ella anda, sum granskar heimin gjøgnum eyguni á ymsum djórum tú kemur framvið.

Tú kemur at flúgva, grava og renna runt fyri at uppdaga søguna um eitt samfelag sum er gingið undir. Uppá nógvar mátar minnir hetta um Journey, har tú uppá duldan vís lærdi um søguna hjá einari gamlari civilisatión.

Tú sært teaser fyri Lost Ember niðanfyri.

23/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Deus Ex: Mankind Divided launch trailer


Í morgin verður tað. Deus Ex: Mankind Divided verður endiliga útgivið, aftaná at tað varð seinkað eitt hálvt ár.

Spælið varð kunngjørt fyri yvir einum ári síðani, og varð avdúkað at ganga fyri seg tvey ár aftaná seinasta spælið í røðini, Deus Ex: Human Revolution. Tað er aftur høvuðspersónur Adam Jensen sum kemur at verða stýrdur av tær, og hann hevur fingið ymsar uppgraderingar síðani seinast.

Tú sært launch trailer fyri spælið niðanfyri. Deus Ex: Mankind Divided verður útgivið í morgin til Windows, PlayStation 4 og Xbox One.

22/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

RIP tín býur í Cities: Skylines


Hatta er ein flottur býur tú hevur har. Tað vildi verði synd, um nakað hendi við hann.

Tað sigur Paradox Interactive í avdúkingar trailer fyri komandi ekspansiónina Natural Disasters til Cities: Skylines.

Tað er longu yvir eitt ár síðani býar-byggingar simulatorin Cities: Skylines kom út, og hann hevur verið væleydnaður. Nú kemur ein nýggj uppdatering til spælið, sum útsetir tín bý fyri hóttanum frá náttúrligum vanlukkum, so sum einum dettandi meteori.

Tú skalt verja tín bý móti hesum hóttanum, og tú kanst gera hann kláran til tá vanlukkan rakar við ymsum fyrireikingum og evakuatións-ætlanum.

Tú sært avdúkingar trailer fyri Cities: Skylines - Natural Disasters niðanfyri. Tað kemur út seinni í ár.

21/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Overwatch stuffilmur: The Last Bastion


First person skjótispælið Overwatch hjá Blizzard hevur verið úti í eina tíð nú. Hóast spælið bara er multiplayer, so hevur Blizzard skapt eina ríka baksøgu um universið tú berjist í.

Hetta hava tey millum annað gjørt við einari røð av stuttfilmum. Hesir filmar siga eitt sindur søgurnar hjá karakterum sum Winston og ikoniska Tracer.

Ein nýggjur stuttfilmur fortelur um Bastion, krígs-robotturin við tí friðarligu sálini. Tú sært hann niðanfyri.

20/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Gameplay trailer fyri Battlerite


Her er aftur ein MOBA, men kanska eitt sindur annarleiðis enn aðrar vit hava sæð. Hon er meira action-orienterað, og hevur heilt avskaffað summi elementir sum eru sentral fyri nógv MOBA spøl.

Til dømis hevur spælið einki leveling. Tú ert altso á jøvnum fóti við tínar fíggindar, og tí kann væntast at mann ikki sær langdrigin spøl har eitt lið faktiskt er langt frammanfyri, men bara ikki fær enda spælið nóg skjótt.

Tú flytir teg runt við WASD knøttunum, júst sum í einum FPS, og ymisk evnini skulu siktast. Tú kanst altso ikki bara trýsta á ein fígginda og lata tín figur taka sær av restini.

Battlerite kemur út sum early access spæl á Steam í september. Tú sært ein gameplay trailer niðanfyri.

19/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Uttan Kojima verður Metal Gear um zombies


Metal Gear er ein fantastisk røð av spølum skapt av Hideo Kojima, ultimativa kreativa mastermind. Men tað mátti enda. Í fjør varð Kojima blakaður úr fyritøkuni Konami, sum eigur rættindini til Metal Gear.

Meðan Kojima klárar seg fínt við sínum nýggja spæli, Death Stranding, so er óvist um tað sama kann sigast um Konami’sa Metal Gear støðu. Tað sær nemliga út til, at tað næsta spælið í røðini verður eitt slag av zombie survival spæli.

Metal Gear Survive er kunngjørt á ársins Gamescom. Vit síggja nakrar neyðar soldatar verða fangaðar í onkrum slagi av alternativum universi, har zombie-líknandi ódjór herja. Her skalt tú yvirliva, og í síðsta enda finna heim aftur.

Tú sært avdúkingar trailer fyri Metal Gear Survive niðanfyri.

18/08/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 206 207 208 >